Trúboðaratúrur í Rwang’enyi

Í februar vóru vit, familjan og Shango, úti í Rwang’enyi, sum liggur einar 100km úr Tarime. Vit bóðu nógv undan hesum túri og um at Jesus mátti verja okkum. Komin fram løgdu vit til merkis at umráði var sera vakturt. Nógv grót lá spreitt víða hvar, og har vit settu tjøldini upp var sera væl egna til at vísa film. Av eini ella aðrari orsøk fóru vit ikki at vitja fólk, men vit brúktu tað nógva av leygardegnum til at kunngerða at fólk vóru vælkomin til at síggja film. Fólk vóru eisini bjóðaði til forbøn fyri allar sjúkur.

Við Viktoriu sjógvin

Leygardagin koyrdu vit eisini heilt oman til vatni, Viktoria sjógvin, og har fingu Yohannes Omach og Yohana Msangia vaska filmløritið. Tað var vorði skiti á undanfarnum túrum. Nógv børn vóru samlað og fiskaðu smáar fiskar. Vit sluppu eisini at royna okkum, men miseyðnaðist hjá mær og børnunum at fáa nakran fisk. Aftaná gingu vit niðan móti bilinum aftur og nógv børn vóru við okkum. Vit snakkaðu eitt sindur saman og eg avgjørdi at fortelja teimum gleðiboðskapin út frá e-cube. Tey vóru áhugaði í at fylgja við myndunum og forteljingini. Og so bjóðaðu vit teimum við til møti og filmvísning um kvøldið.

So var møti og tað var Daudi Okeng’o ein eldri evangelistur sum talaði. Miskeiðis undir talaði byrjar ein kvinna at geva undarlig ljóð frá sær. Øll løgdu hetta tilmerkis. Mundi hetta verða ein illur andi, hugsaði eg. Men eingin gjørdi nakað. Aftaná snakkaði eg við evangelistarnar um hesa hending. Teir søgdu, at ofta hevur verið biðji fyri hesi kvinnu, men at hon hvørja ferð er farin út og hevur grivið niður nýggjar ammulettir. Ammulettir er nakað sum fæst til keyps frá heyksadoktaranum, vanliga fyri nógvan pening. Fólk kunnu bera hesar uppi á sær, ella kunnu tey grava tær niður í moldina, og amulettirnar ”gera sín gerning” í tí menniskjanum sum gróv tær niður. Ella at tey kunnu grava tær niður uttanfyri húsi hjá einum, sum tey soleiðis forbannað. Henda kvinnan var á ein ella annan hátt uppgivin, orsøkin kann eisini vera at hon spælir. Tað eru nevniliga nógv fólk sum spæla at tey hava bæði eitt og annað, fyri so at fáa umsorgan og forbøn. Fólk longjast eftir at vera løgd tilmerkis (uppmerksomheit).

Slangan á vegginum

Mitt undir taluni kom slangan skríðani uppi á kirkjuvegginum og varð verðandi uppi á vegginum ikki so langt frá mær. Eg var ikki bangin, tí hvat hevði eg at óttast, Jesus var við mær. Tá øll byrjaðu at flyta seg, flutti eg meg eisini. Hon var uml. 1 metur long og var sannsýnligvís ikki vandamikil. Onkur kom við einum stavi og slóð eftir slanguni og hon fall niður illa løstað og varð .

Mest lisið tíðindi
13.01.2012 at 2:03
13.01.2012 at 2:00
13.01.2012 at 1:58
13.01.2012 at 2:06
Subscribe
Rss