Stammukríggj í Tansania

Eg ringdi beinavegin til nøkur fólk í umráðnum, og fekk at vita at stríðið er í bygdini Mang’ore, í Nyanda za chini. Hetta er júst í tí umráðnum, har vit hava arbeitt.

Stríðið snýr seg um neytastuldur. Loufólkið er vanliga eitt friðarligt fólk, sum vil liva í friði, og soleiðis er tað eisini í Mang’ore. Stóri trupulleikin er, at ávísu klanur (ein bólkur av kuriafólkinum) í kuriafólkinum, sum býr norðanfyri bygdina. Hesin klanur er kendur fyri at stjala neyt, og at leiða tey til Kenja til eina bygd nærhendis Isebania/Sirari, har verða neytini so fjald í eina tíð, fyri so at verða seld víðari. Hetta veit eg frá fólki í Mang’ore.

Tað sum hendir, tá ið neytatjóvar koma til bygdina, er, at tjóvarnir nýta byrsu og svør ímóti verjuleysa fólkinum í bygdini. Hús og heim verða brend. Í tíðini aftaná liva kvinnur og børn úti í náttúruni av ótta fyri at tjóvarnir venda aftur.

Sama dagin ella dagin eftir, sum tjóvarnir leypa á, samlast øll bygdin til fundar, har avgjørt verður at fara eftir neytunum. Teir menn sum ikki kunnu fara, teir verða noyddir at gjalda høgan kostnað (20.000tsh). Teir fara so avstað við píli og boga, og spjótum.

Í fjør fingu teir einaferð aftur uml. 90 av 100 neytum. Tríggir av monnunum komu á hesum túri á vitjan hjá okkum í Tarime á vegnum heim til Mang’ore. Vit góðu teimum mat og drekka, og tann eini hevði mist skógvarnar, sum hann hevði runnið um náttina. Hann fekk einar sanndalur, frá okkum.

Hví verður hetta so borið víðari í fjølmiðlunum? Fyri stuttari tíð síðani útnevndi presidenturin í Tansania, Kikwete, bygdina Ingri Juu til at vera økismiðdepulin í økinum Rorya. Ingri Juu er grannabygd við Mang’ore, og tí er sannlíkt, at eftir at viðurskiftini eru vorðin meiri skipað, at landsins myndugleikar vilja hava meiri frið í umráðnum.

Her er tað Fidel Omach, sum er bróður til evangelistarnar
Yohannes og Yoshua Omach.
Mest lisið tíðindi
13.01.2012 at 2:03
13.01.2012 at 2:00
13.01.2012 at 1:58
13.01.2012 at 2:06
Subscribe
Rss